Føroyameistarar í bogaskjóting funnir

Føroyameistarar í bogaskjóting funnir
Vágaskot var um vikuskiftið vertur fyri FM í bogaskjóting úr 18 metra fjarstøðu, har Sólgerð Henriksen, Hans Bogi Ellefsen og Nikkel Petersen vóru millum føroyameistararnar
FM-kapping var í Vágaskoti um vikuskiftið
Mynd: BSKF  
 
28.03.2022 - 08:58

Sólgerð Henriksen, Hans Bogi Ellefsen og Nikkel Petersen gjørdust um vikuskiftið føroyameistarar í bogaskjóting á 18 metra frástøðu.

Í recurve vann Sólgerð Henriksen úr Vágaskoti finaluna ímóti Rebekku L. Olsen úr Ørvi. Úrslitið var 6-0. 

Hans Bogi Ellefsen úr Vágaskoti vann kappingina í recurve við monnum. Hann vann 6-0 í finaluni ímóti Hans Peturi Højgaard úr Ørvi.

Í compound var Nikkel Petersen úr Ørvi stinnastur. Hann vann 148-145 ímóti liðfelaganum Jóannesi Poulsen.

Vinnarar samanlagt

Fimm tær bestu kappingarnar av tíggju hjá hvørjum einstøkum skjútta telja við í grand prix-kappingini, sum hevur verið í vetur.

Sólgerð Henriksen vann í recurve við kvinnum við 33 stigum, Hans Petur Højgaard  fór avstað við sigrinum í recurve við monnum við 33 stigum og í compound vann Jóannes Poulsen kappingina við 35 stigum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907