Virði fyri 100 mia. dollarar farin fyri skeytið í krígnum

bannari
Virði fyri 100 mia. dollarar farin fyri skeytið í krígnum
Ein ST-stovnur sigur, at 90 prosent av fólkinum í Ukraina kunnu enda fátækradømi
Bygningar, vegir, sjúkrahús, skúlar og privatar ognir eru løgd í oyði í krígnum í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2022 - 08:51

Higartil eru virði fyri næstan 100 milliardir amerikanskar dollarar farin fyri skeytið í krígnum í Ukraina.

Tað upplýsir menningarstovnurin hjá ST, UNDP, í eini frágreiðing.

Talan er um undirstøðukervið, bygningar, vegir, sjúkrahús, skúlar og privatar ognir, stendur í frágreiðingini.

- Neyðugt er at fáa frið í Ukraina fyri at sleppa undan, at fleiri viðurskifti gerast verri, sigur stjórin í UNDP, Achim Steiner, í einum tíðindaskrivi.

 

Stórt fátækradømi

Higartil er støðan tann, at 90 prosent av fólkinum í Ukraina kunnu enda í fátækradømi, um kríggið heldur fram. Stjórin vísir á, at ein triðingur av fólkinum longu livir í fátækradømi, og fer at hava ilt við at fóta sær aftur.

- Støðan í Ukraina er álvarslig, og tørvur er á hjálp av øllum slag. Heldur kríggið fram, verður støðan uppaftur verri, og tað sæst longu, sigur Achim Steiner í tíðindaskrivinum.

Kríggið hevur havt við sær, at helvtin av fyritøkunum eru stongdar, og hin helvtin roynir at hóra undan, tó við væl minni virksemi enn vanligt, stendur í tíðindaskrivium frá ST-stovninum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946