Týðandi framstig gjørd í friðarsamráðingum

bannari
Týðandi framstig gjørd í friðarsamráðingum
Russland góðtekur vápnahvíld, um Ukraina sleppur ætlanini at gerast limur í Nato
Hetta vøruhúsið í ukrainska býnum Kharkiv var bumbað í dag. Samstundis frættist, at framstig eru gjørd í samráðingunum millum Russland og Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2022 - 16:05

Ukraina og Russland hava gjørt týðandi framstig í sambandi við eina fyribils ætlan fyri friði, sum m.a. fevnir um vápnahvíld, og at Russland tekur seg aftur.

Tað skrivar Financial Times, sum hevur upplýsingar frá trimum ónevndum keldum, ið eru við í samráðingunum.

Í ætlanini eru 15 krøv. 

Sambært ætlanini skal Russland góðtaka vápnahvíld og taka herfólkið aftur, um so er, at:

- Ukraina sleppur ætlanunum um at gerast limur í Nato
- at Ukraina lovar, at onnur lond ikki mugu hava herstøðir í landinum, 
- og at Ukraina vissar um, at útlendsk herfólk og útlendsk hernaðarútgerð ikki sleppa inn í landið. 

Langt eftir á mál

Financial Times skrivar tó, at langt er eftir á mál, til semja fæst um eina avtalu.

- Kreml vil als einki siga um møguligu friðaravtaluna, sigur talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, í dag, sambært russisku tíðindastovuni, RIA, skrivar Reuters.

Í dag hevur fundur verið millum vejrumálaráðharar í Nato.

Eftir fundin segði aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, at eingi tekin eru um, at Russland tekur seg aftur ella minkar um álopini í Ukraina, hóast friðarsamráðingarnar við Ukraina. 

- Tað, sum Ukraina kann fáa við samráðingarborðið, er neyvt knýtt at, hvat tey megna á hermótinum. Tí kunnu vit hjálpa Ukraina við at fáa gott samráðingarúrslit við at styrkja teirra møguleika at vinna á Russlandi á hermótinum, segði Stoltenberg eftir fundin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946