Lavrov: Ukraina og Russland nærkast semju

bannari
Lavrov: Ukraina og Russland nærkast semju
Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at partarnir umhugsa av álvara, at Ukraina skal verða uttanveltað
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2022 - 10:53

Ukraina og Russland nærkast semju um partar av einari friðaravtalu.

Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, í dag, sambært Reuters.

Hann sigur eisini, at partarnir umhugsa av álvara, at Ukraina skal verða uttanveltað. 

Lavrov segði við russisku RBC-tíðindarásina, at onnur viðurskifti, sum vóru týdningarmikil fyri Russland, var russiskt mál í Ukraina og talufrælsi.

 

Hava brúk fyri meira tíð

Samráðingarnar halda fram í dag, og ukrainski forsetin, Volodomyr Zelensky, sigur í sjónbandaðari røðu í morgun, at samráðingarstøðunar nú eru vorðnar meira realistiskar, men brúk er fyri meiri tíð og samráðingum, áðrenn tær vera til fyrimunar fyri ukrainar.

Zelensky vendi sær eisini til russar í røðuni, og heitti á tey um at venda sær ímóti krígnum. Hann ávaraði um, at kríggið fer at enda við skomm og fátækradømi hjá russum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946