Gongur illa hjá russum at taka Kyiv

bannari
Gongur illa hjá russum at taka Kyiv
Ukrainsku deildirnar, sum verja høvuðsstaðin, stríðast manniliga, og forða russisku deildunum at taka høvuðstaðin
Russiskar deildir bumba býarpartar í Kyiv, har sivilfólk búgva, men tað gongur illa at taka ukrainska høvuðsstaðin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2022 - 09:12

Líkt er til, at russiska innrásin í Ukraina er steðgað upp, og at russiski herurin ikki er førur fyri at taka m.a. høvuðstaðin, Kyev, í løtuni, skriva útlendskir miðlar.

Ukrainsku deildirnar, sum verja høvuðsstaðin, stríðast manniliga, og forða russisku deildunum at taka høvuðstaðin. Í staðin royna russisku deildirnar at taka býarpartar í útriðuni av Kyiv, samstndis sum Russland er farið undir at bumba býarpartar í Kyiv, har sivilfólk búgva.

MInst fýra fólk lógu eftirá í slíkum álopum í nátt.

Fólk í Kyiv sleppa ikki út fyri dyr í løtuni, tí borgarstjórin lýsti útigongubann í 35 tímar í gjár.

Hernaðargreinarar siga seg rokna við, at Russland annaðhvørt má leggja á annan bógv, og senda fleiri herfólk til Ukraina, ella má landið royna at finna eina samráðingarloysn, og á tann hátt fáa okkurt burturúr.

 

Framstig í samráðingum

Ukrainski forsetin, Selensky, segði í gjárkvøldið, at tað gongur framá við samráðingunum í millum londini, og at Russland nú tekur samráðingarnar í størri álvara, enn landið hevur gjørt. Men hann kegði dent á, at viðurskiftini mugu mýkjast enn meir, og at tað fer at taka einar 14 dagar.

Hernaðarserfrøðingar siga seg hava varhugan av, at Russland hevur nýtt allar teir um 200.000 hermenninar, sum vóru við markið til Ukraina, í krígnum,og ætlar landið at vina á ukrainum, so skulu fleiri hermenn til.

Tí verður tosað um, at Russland fer at taka hermenn heim úr Sýria, og seta teir í innrásina í Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825