Vóru ikki spurd í verjumálum: Landsstýrisformaðurin í øðini

Vóru ikki spurd í verjumálum: Landsstýrisformaðurin í øðini
Múte B. Egede, landsstýrisformaður, vil hava at vita, hvørjar avleiðingarnar verða, nú fleiri milliardir skulu brúkast til verjuna hjá ríkinum
Løgmaður, forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin hava skipað eina samstarvsnevnd. Hvar var hon nú, spyr Múte B. Egede, nú fólkatingið hevur samtykt at brúka fleiri milliardir til verjuna.
 
08.03.2022 - 08:51

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er í øðini, nú fólkatingið hevur samtykt at brúka fleiri milliardir aftrat til verjuna hjá ríkinum.

Grønland var ikki spurt og visti av ongum.

- Vit vita tí heldur ikki, hvørjar avleiðingarnar verða, sigur Múte B. Egede í tíðindaskrivi.

Hann sigur, at Grønland vil vera er við, tá viðurskifti um Arktis verða viðgjørd.

Til Grønlands á vitjan

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer til Grønlands í næstu viku. Og tá ætlar landsstýrisformaðurin at gera vart við misnøgd sína. 

Í fjør summar, tá ríkisfundur var, segði Mette Fredriksen, at Grønland og Føroyar skuldu vera við, tá trygd og verja verða viðgjørd. 

Ein samstarvsnevnd skuldi setast. 

- Hvar var hon nú? spyr  Múte B. Egede.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824