- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Tey flestu skulu kanna seg við hús

Nú fer ikki at bera til hjá øllum at lata seg kanna á koronukanningarstøðum í Grønlandi.
So nógv trýst er á kanningarstøðunum og heilsuverkinum av teimum smittaðu, at myndugleikarnir hava avgjørt, at øll ikki longur kunnu potast í hálsinum uttan víðari.
Tað boðaði grønlendska landstýrið frá á tíðindafundi í gjár.
Harafturímóti skulu fólk í størri mun skundkanna seg heima við hús.
Vísir kanningin, at tú ert positivur, skal hetta síðani váttast við einari PCR-kanning.
Fáa diagnosu
Vísir PCR-testin eisini, at tú ert smittaður, fært tú eina diagnosu, og tá eru boðini at halda seg við hús, og ikki seta seg í samband við heilsuverkið uttan so, tú verður illa sjúkur, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
So leingi, tú bara er vanliga sjúkur, skal tú ikki seta seg í samband við hvørki lækna ella heilsuverk.
- Vit hava ikki nakað val longur, sigur landslæknin í Grønlandi. Skipanin er nú undir so stórum trýsi, at vit eru noydd at geva fólki ein part av ábyrgdini, sigur hann sambært KNR.
- Tað tænir ongum endamáli, at øll fáa eina diagnosu. Tað er har vit eru nú, tí smittan breiðir seg so skjótt. Vit kunnu ikki brúka alla orkuna at kanna, tá smittan er kring alt landið, og tað fer hon at verða heilt skjótt, leggur hann aftrat.
Eisini undantøk
Tað eru tó undantøk fyri nýggju leiðbeiningunum.
Eldri fólk, og tey við hjarta- og lungnasjúkum, sum hava sjúkutekin, kunnu tó framvegis kannast, uttan at skula kanna seg heima við hús fyrst.
Aftrat broyttu kanningarstrategiini, skulu matstovur og skeinkistøð lata aftur kl 22 næstu tvær vikurnar, og útgerð til 40.000 skundkanningar verða latnar kommunum at geva fólki.
Í løtuni eru fleiri enn 2700 fólk smittað í Grønlandi, og bara í gjár vóru 477 smittutilburðir staðfestir.