250 vilja leggja av at roykja

250 vilja leggja av at roykja
250 fólk hava meldað seg til smsskipanina hjá Fólkaheilsuráðnum, sum skal hjálpa fólki at leggja av við at roykja. 
 
02.01.2022 - 11:54


Royking er í støðugari minking. Seinastu kanningarnar hjá Fólkaheilsuráðnum vísa, at 17% av teimum vaksnu føroyingunum roykja dagliga. Hetta talið var fyri 20 árum síðan meira enn dupult so nógv -  tá vit lógu uppi á 39 prosentum.

ESPAD-kanningin frá 2019 vísti, at tey 15 ára gomlu liggja nú niðan fyri 7% í dagligari royking, samanborið við fyri 10 árum síðan, har tað vóru tríggjar ferðir so mong, nevniliga 20% av teim 15 ára gomlu. 

Í mai segði Fólkaheilsuráðið, at 80% av teimum, sum roykja ynskja at leggja av og 250 fólk hava meldað seg til smsskipanina hjá Fólkaheilsuráðnum, sum skal hjálpa fólki at leggja av við at roykja. 

Kanningar vísa, at ein helmingur av teimum, sum melda til sms-skipanina vinna á roykingini, sigur Fólkaheilsuráðið.

Hagtøl siga eisini, at fyri hvørja ferð tú hevur roynt at leggja av, uttan at tað hevur eydnast, eru sannlíkindini fyri, at tað ber til næstu ferð, størri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV