
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyri mong er viðoyingurin, Mikkjal Lodmund Sørensen, eitt satt mysterium - eitt loyndarmál.
Nógvir føroyingar, sum hava siglt ella arbeitt í Grønlandi, hava hoyrt um henda viðoyingin, sum í samfull 56 ár hevur búð einsamallur í oynni Kingitoq við munnan úti fyri í Qaqortoq, fyrr Julianehåp, í Suðurgrønlandi.
Men teir allar fægstu hava hitt mannin, sum trívist best at búgva í einingi.
Um mánaðarskiftið september-oktober var Tórður Mikkelsen í Grønlandi, og tá eydnaðist honum at hitta einbúgvan Mikkjal, sum 19. desember fylti 86 ár.
Ongantíð verið aftur í Føroyum
Í tveimum sendingum í útvarpinum, jóladag og 2. jóladag klokkan 16, sigur Tórður Mikkelsen søguna um hendan serliga føroyska einbúgva í Grønlandi.
Mikkjal Sørensen kom til Grønlands á vári í 1963 at rógva út og hevur ongantíð verið aftur í Føroyum.
Her hevur hann verið útróðrarmaður og havt seyð.
Mikkjal Sørensen var einabarn og búði saman við foreldrunum uppi við við Garð á Viðareiði.
Pápin doyði av vanlukku, tá Mikkjal var stórur smádrongur.
Hóast mamman livdi til ellisár og búði í heimbygdini Viðareiði, so kom Mikkjal ongantíð heimaftur at vitja.
Blindtarmurin sprongdist
Einaferð var Mikkjal illa staddur. Tað var í 1982.
Mikkjal hevði blindtarmsbruna og nógva pínu, og ísur var á sjónum, so hann var ikki førur fyri at sigla sjálvur inn til býin.
So hann hevði vavt teppir og onnur heit klæði uttan um seg og lagt seg í bátin beint við rennuna, har skip og bátar sigldu gjøgnum ísin.
Og so var hann so heppin, at báturin hjá sjúkrahúsinum í Qaqortoq kom.
Teir sóu hann og tóku hann við inn til sjúkrahúsið.
Tá var blindtarmurin sprongdur. Tá lá hann fleiri mánaðir á sjúkrahúsinum, og kom tó fyri seg aftur.
Hetta er bert ein av fleiri søgum, sum verða at hoyra í sendingunum "Einbúgvin í Grønlandi", sum verða sendar jóladag og 2. jóladag klokkan 16 í útvarpinum.