- Tíðindi, mentan og ítróttur
2.603 fráboðanir um hvítvask síðani 2011
SØIK, statsadvokaten for særlig økonomisk og international kriminalitet, upplýsir í sambandi við ein fyrispurning, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, setti Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, at stovnurin hevur fingið 2.603 fráboðanir frá føroyskum peningastovnum síðani 2011.
Talið er støðugt vaksið seinastu árini.
Tað var null í 2011, 20 í 2012, 665 í fjør og 661 í ár.
Tølini frá árunum fyri 2011 eru strikað.
352 sendar til myndugleikum
Av teimum 2.603 fráboðanum. sum eru komnar úr Føroyum, eru 352 sendar øðrum myndugleikum.
169 eru sendar SØIK og politinum annars, teirra millum eru 31 mál við upplýsingum frá politinum í Føroyum.
Um Kabila netverkið svarar Nick Hækkerup, at ikki kann upplýsast nakað um tað, tí møguliga skulu fráboðanir um tað kannast.
Sambært politinum í Føroyum hava eingi sakarmál um hvítvask verið í Føroyum frá 2010 til nú, hóast nøkur mál eru kannað.
Heldur ikki eru mál í Føroyum um hvítvask fyrnað.