Fuglakrím endaliga staðfest

Fuglakrím endaliga staðfest
Heilsufrøðiliga starvsstovan biður fólk um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl
Fuglakrím er nú endaliga staðfest
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2021 - 09:26

Nú er endaliga staðfest, at fuglakrímið, sum er funnið í skúgvi í Føroyum, er sama slag, sum er í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi í summar.

Um fólk finna sjúkan ella deyðan fugl, skulu tey boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá.

Heilsufrøðiliga starvsstovan biður fólk um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

 

Smittar illa

Fuglakrímið, sum er funnið í Føroyum, smittar illa og er sera sjúkuelvandi fyri fugl. 

Dunnur og gæs tola tó fuglakrímið rímiliga væl og gerast ofta ikki álvarsliga sjúkar. 

Men hønur tola ikki væl at fáa sjúkuna.

Kemur smitta í ein høsnaflokk, gerst sannlíkt allur flokkurin sjúkur, og deyðatalið kann blíva sera stórt.

 

Lítil sannlíkt at fólk verða smittað

Sannlíkindini fyri, at fólk blíva smittað, hava víst seg at vera sera lítil í okkara grannalondum. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir tó fólk á altíð at vaska sær um hendurnar eftir samband við fugl.

Í Føroyum hava nógv heimafugl.

 

Avmarkið sambandið við fugl

Fyri at minka um smittuvandan heitir Heilsufrøðiliga starvsstovan á fólk um at avmarka sambandið millum heimafuglin og villa fuglin. 

Í januar verða sýni aftur tikin og kannað fyri fuglakrím.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV