Grønland herðir tiltøk móti koronu

Grønland herðir tiltøk móti koronu
Tiltøkini eru longu sett í verk í Nuuk, men verða nú galdandi fyri alt landið
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, greiddi frá herdu koronutiltøkunum á tíðindafundi í gjár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
06.12.2021 - 10:28

Grønland herðir nú tiltøkini ímóti koronu, og tey koma í gildi í dag, skrivar Ritzau.

Tiltøkini eru longu sett í verk í Nuuk, men verða nú galdandi fyri alt landið.

M.a. verður krav sett um kopping, ella um negativa test, áðrenn fólk sleppa á matstovur, í biograf ella til harfíðkan.

Maska skal eisini nýtast í býum og bygdum, har ein tilburður av koronu er staðfestur seinastu tvær vikurnar, og har smittukeldan er ókend.

Tiltøkini fyri at koma til Grønlands og at ferðast í landinum verða eisini herd.

Kravið er at fólk eru koppsett, ella kunnu vísa á eina negativa kanning, fyri at ferðast innanlands. Fólk, sum ikki kunnu vísa á koppseting ella negativa kanning, skulu tvær vikur í sóttarhald, tá tey koma til Grønlands.

Ella til fólk kunnu vísa á eina negativa test, skriva Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824