- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fóru ikki fram við mýkindum
Tað var ikki við mýkindum, tá fýra menn royndu at sannføra ein mann um, at hann skyldaði teimum pengar, fyrst 100.000 kr. og síðani 300.000 kr.
Sambært ákæruritinum var fyrra frælsistøkan 28.desember í fjør.
Tá var maðurin við hóttanum noyddur í ein bil.
Á Villingardalsvegnum í Havn var hann noyddur úr bilinum, boygdur yvir motorhjálmin og sligin fleiri ferðir í høvdið, og hóttur við, at dóttur hansara bleiv dripin, og hann og familja hansara blivu sorlað.
Seinna frælsistøkan var 8.januar við Sjósavnið á Argjum.
Sekk niður um høvdið
Tá var maðurin drigin úr einum bili, hann fekk ein sekk yvir høvdið og var settur í ein annan bil.
Har var hann bundin, sligin fleiri ferðir við neva í tinningin, og hann fekk ein harðan, kaldan lut settan á barkan, hetta var helst ein knívur, stendur í ákæruritinum.
Skuldin var tá vorðin 300.000 kr.
Hann fekk boð um, at hann skuldi útvega so nógvar pengar sum gjørligt fyri klokkan 14.00 dagin eftir.
Dagin eftir rindaði maðurin 57.000 kr. Tað var klokkan 17.30.
Tveir av teimum fýra ákærdu eru í varðhaldi, annar í Vestre fængsel og hin í Mjørkadali, og ein situr ein dóm í Mjørkadali.