51 tilburðir í gjár

51 tilburðir í gjár
Í løtuni eru 450 fólk smittað, og fimm eru innløgd
2628 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2021 - 15:43

Í gjár vóru 51 koronutilburðir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, og síðani farið var at kanna fyri koronu í mars í fjør, hava verið tilsamans 3.017 tilburðir.

2628 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru 450 fólk smittað, fimm eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum.

236 koppsett í gjár

Í gjár vóru 236 fólk koppsett fyri koronu. 81 fólk fingu fyrra prikið, og 75 fingu tað seinna. 80 fólk fingu triðja prikið.

Nú hava 40.810 fólk fingið fyrru koppsetingina. 38.554 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 3.612 fólk hava fingið trý prik.

Tilsamans eru gjørdar 82.976 koronukoppsetingar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV