Koronukanningar fluttar av veðri

Koronukanningar fluttar av veðri
Verða í Sanmkomuhøllini heldur enn á Eystaru Bryggju í dag og í morgin
 
13.11.2021 - 11:28

Illfýsið veður um vikuskiftið, hevur við sær, at koronukanningarnar í Havn, flyta av Eystaru Bryggju og út á Eirargarð í dag og í morgin, upplýsir sjúkrahúsverkið á korona.fo.

Í dag og í morgin verður koronakannað í samkomuhøllini hjá Sjúkrahúsverkinum á Eirargarði. Tað eru somu høli, sum verða nýtt til koronakoppsetingina.

Orsøkin til flytingina er illveðrið sum væntast um vikuskiftið, og tá er neyðugt at koronakanningarnar eru innandurða.

Skulu fólk kannast, skulu tey bíleggja tíð á korona.fo og møta stundisliga.

Fólk mugu úr bilinum og inn í samkomuhøllina, har kanningin fer fram.

Tað er krav at nýta munnbind í hølunum, og almennu tilmælini eru galdandi, skrivar sjúkrahúsverkið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV