Norðmenn fáa tilboð um triðja prikið

Norðmenn fáa tilboð um triðja prikið
Koronusmittan setur met í Tromsø, Tróndheimi og Oslo
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, og umboð fyri heilsumyndugleikarnir høvdu tíðindafund um koronustøðuna í dag.
Mynd: RitzauScanpix  
 
12.11.2021 - 14:29

Allir norðmenn, sum eru eldri enn 18 ár, fáa tilboð um at fáa triðja prikið fyri koronu.

Tað upplýsir norska stjórnin, sum hevur havt tíðindafund í dag.

Koronusmittan setur met í Tromsø, Tróndheimi og Oslo, og stjórnin fylgir gongdini gjølla, sigur Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri.

Norsku myndugleikarnir eru til reiðar at koppseta triðju ferð, men teir hava bíðað eftir boðum frá stjórnini.

Higartil hava allir norðmenn, sum eru eldri enn 65 ár, fingið tilboð um triðja prikið, og heilsustarvsfólk standa nú fyri tørni.

Sambært stjórnini verður tilboðið um triðju koppsetingina víðkað til øll, sum eru eldri enn 18 ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV