- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir fólki til smittusporing
Søkja eftir fólki til smittusporing
Talan er um tíðaravmarkað starv, til 31. mars næsta ár, og fyrstu tríggjar mánaðirnar er starvið tímalønt
02.11.2021 - 15:37
Landslæknin søkir nú eftir fólki at hjálpa til við smittusporingini.
Koronusmittan setir met, og starvsfólkini hjá Landslæknanum hava úr at gera.
Landslæknin hevur tí tørv á fleiri fólkum at hjálpa til við at seta seg í samband við fólk, ið eru smittað, tey, sum skulu í sóttarhald, og onnur. Aðrar uppgávur eru eisini.
Hetta er eitt tíðaravmarkað starv, til 31. mars 2022. Fyrstu tríggjar mánaðirnar er talan um tímaløn.
Í lýsingini verður krav ikki sett um útbúgving ella royndir hjá umsøkjarum.
Landslæknin mælir øllum, sum hava hug til hetta arbeiðið, til at søkja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV