Korona: Sjúkrahúsini seta tiltøk í verk

Korona: Sjúkrahúsini seta tiltøk í verk
Viðgerðir verða útsettar, so fleiri seingjarpláss og starvsfólk vera at taka sær av koronusjúklingum
Nógva koronusmittan noyðir Sjúkrahúsverkið at seta tiltøk í verk.
 
02.11.2021 - 13:07

Nógva koronusmittan hevur nú við sær, at tiltøk verða sett í verk á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Millum annað verða avmarkingar gjørdar í planløgdum skurðviðgerðum, og frameftir verða øll, ið hava ørindi á sjúkrahúsunum, biðin um at vera í masku.

Avgerð er tikin um at avmarka skurðviðgerðir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Endamálið er at fáa fleiri seingjarpláss og starvsfólk at taka sær av sjúklingum við koronu.

Hetta merkir, at alt planlagt skurðvirksemi, ið ikki er akutt,  og sum krevur seingjarpláss,  verður útsett. Dagskurðviðgerðir halda tó fram sum vanligt.

Sí tíðindaskriv frá Sjúkrahúsverkinum her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV