Givin at fylgja við, hvør skal í sóttarhald

Givin at fylgja við, hvør skal í sóttarhald
Tølini vísa, at 682 eru í sóttarhaldi, men veruliga talið er størri, sigur landslæknin
Lars Fodgaard Møller, landslækni, er givin at fylgja við, hvør skal í sóttarhald, og hvussu leingi.
 
02.11.2021 - 13:15

Landslæknin hevur einki yvirlit yvir, hvør er í sóttarhaldi.

Stovnurin er givin at fylgja við, hvør skal í sóttarhald, og hvussu leingi.

Í staðin fáa fólk tilfar sendandi, hvussu tey, sum tey hava verið saman við, skulu bera seg at.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá útvarpið spyr, hví færri eru í sóttarhaldi enn smittað. 

729 smittað

Sambært tølunum á Corona.fo eru 729 smittað í løtuni. 

67 tilburðir vórðu staðfestir í fyrradagin og 11 eru innløgd. 

Á corona.fo stendur, at 729 fólk eru smittað, og 682 eru í sóttarhaldi. Veruliga talið er størri, sigur landslæknin. 

Talið merkir, at hatta er tey, sum myndugleikarnir vita um. Fólk mugu sjálvi syrgja fyri at halda reglurnar. 

Bæði koppsetingarbólkurin og farsóttarnevndin hava fund í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV