22 fleiri smittað

22 fleiri smittað
Í gjár vóru 22 nýggir tilburðir av korona staðfestir
 
02.10.2021 - 16:41

Í gjár vóru 22 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein tilburður varð staðfestur dagin eftir komu til Føroya, og 12 tilburðir staðfestir við komu til Føroyar við skipi. 
Restin eru smittað í Føroyum, 6 tilburðir eru partar av kendum smittukeldum, og í 3 førum er smittukeldan ikki kend.

187 í september

1570 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 123 smittað í Føroyum.

Í september vórðu íalt 187 tilburðir staðfestir, av hesum:

160 smittað av kendum smittukeldum (86%)
17 smittað av ókendum smittukeldum (9%)
10 smittað eftir komu til Føroya (5%)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV