- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendska fiskivinnan skal lurta eftir fiskifrøðini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jollur.png?itok=A4iHka4M)
Fiskivinnunevndin í Grønlandi rópar varskó í frágreiðingini, sum nú er komin.
Toskakvoturnar og svartkalvakvoturnar skulu minka. Tær skulu verða tær, sum fiskifrøðingar mæla til, at tær eru.
Og jollufiskararnir, sum grønlendingar kalla teir, skulu verða færri. Teir hava annars fingið størri kvotur seinastu árini.
Toskakvoturnar í 2018 vóru til dømis tríggjar ferðir størri enn vísindaliga ráðgevingin var. Og í 2019 vóru svartkalvakvoturnar dupult so stórar.
Eftirkomarar skulu eisini liva av fiskiskapi
Boðskapurin hjá nevndini er, at børnini og abba- og ommubørnini skulu eisini kunna liva av fiskiskapi.
Grønland útflytir fisk og fiskavørur fyri yvir fimm milliardir krónur um árið. Fiskurin er 91 prosent av útflutninginum.
Frágreiðingin hjá fiskivinnunevndini, sum byrjaði fyri meira enn tveimum árum síðani, er eisini tilmæli um nýggja fiskivinnulóg.
Seta stýri
Fyri at sleppa undan, at politikarar áseta kvoturnar, mælir nevndin til at seta eitt stýri til tess, hetta fyri at tryggja grundregluna um armslongd.
Meirilutin í fiskivinnunevndini mælir til, at kvoturnar hjá jollufiskarunum eru umsetiligar, tað er, at tær kunnu seljast.
Fiskivinnulóggávan í Grønlandi er frá 1996, men nógvar broytingar eru gjørdar síðani tá.