Ósemja í grønlendsku samgonguni

Ósemja í grønlendsku samgonguni
Stuðulsflokkurin Attasut hevur ikki álit á Pele Broberg sum landsstýrismanni, sum setur spurnatekin við, um øll í Grønlandi skulu sleppa at atkvøða um loysing frá Danmark
Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur, at heitið ríkisfelagsskapur skal takast av.
 
21.09.2021 - 10:28

Samgongan í Grønlandi hevur rent seg í eina innanhýsis ósemju, eftir at Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum, um vikuskiftið segði, at heitið ríkisfelagsskapur skal takast av, og heldur kallast danska ríkið fyri endurspegla veruleikan. 

Men tað, sum veruliga fall Atassut, ein av stuðulsflokkunum hjá grønlendska landstýrinum, fyri bróstið, var, at Pele Broberg setti spurnatekin við, um allir borgarar í Grønlandi skulu sleppa at atkvøða í einari møguligari atkvøðugreiðslu um loysing frá Danmark.

Hann nevndi, at atkvøðurætturin kundi vera tengdur at etnisku bakgrundini hjá borgarum, um tey ikki høvdu búð leingi í Grønlandi.

Hetta fekk landsstýrisformannin, Mute B. Egede, í gjár at senda út eitt tíðindaskriv, har hann tók frástøðu frá útsagnunum hjá Pele Broberg, men Atassut sigur seg ikki longur hava álit á Pele Broberg sum landstýrismanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824