- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heita á fólk um tryggja leyst tilfar
Heita á fólk um tryggja leyst tilfar
Væl av vindi verður næstu dagarnar
20.09.2021 - 13:23
Væl av vindi verður næstu dagarnar, og politiið heitir á fólk um at trygga leyst tilfar, trampolinir og annað, sum liggur við húsini.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini hava tey longu fingið fleiri fráboðanir um lutir, sum eru farnir við vindinum í morgun.
- Okkurt spælihús er farið í luftina, og onkrar trampolinir hava hug at fara við vindinum. Nógv bygging er eisini í gongd, so tað er nógv tilfar, sum ikki er nóg væl tryggjað, nú tað hevur verið stilt í veðrinum í so langa tíð, sigur vakthavandi.
Sambært veðurstovuni DMI verður fitt av vindi til hósmorgunin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV