Jóhan á Plógv Hansen til Flensburg-Handewitt

Jóhan á Plógv Hansen til Flensburg-Handewitt
Føroyski hondbóltsspælarin, Jóhan á Plógv Hansen, skiftir til týska stórfelagið, Flensburg-Handewitt, eftir hetta kappingarárið
Jóhan á Plógv Hansen skiftir til eitt av bestu týsku feløgunum
 
14.09.2021 - 12:15

Føroyski vongurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, skiftir til týska stórfelagið, Flensburg-Handewitt, eftir hetta kappingarárið.

Tað boðar týska felagið frá á heimasíðu síni.

Jóhan á Plógv Hansen hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við norðurtýska felagið, sum hevur havt eyguni við honum í trý ár.

Vongurin fór úr danska felagnum, Bjerringbro-Silkeborg til TSV Hannover-Burgdorf undan 2020/21-kappingarárinum. 

Í nýggja felagnum skal Jóhan á Plógv Hansen spæla saman við liðfeløgunum á danska landsliðnum, Mads Mensah, Simon Hald, Kevin Møller og Emil Jacobsen.

 - Vit gleðast um, at Jóhan skal spæla her. Hann telist millum bestu spælararnar á sínum plássi og hóskar væl til okkara spælistíl, sigur venjarin hjá Flensburg-Handewitt, Maik Machulla sambært heimasíðuni hjá felagnum.

Flensburg-Handewitt vann týska meistaraheitið í 2018 og 2019, men seinastu tvey árini hevur THW Kiel vunnið tað.
 


 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946