Grønland: 60 pst. av inntøkuni koma uttanífrá

Grønland: 60 pst. av inntøkuni koma uttanífrá
Grønlendska fíggjarlógin næsta ár er góðar sjey milliardir krónur. Meginparturin av inntøkuni kemur úr Danmark og ES
Asii Chemnitz Narup er landsstýriskvinna í fíggjarmálum í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
14.08.2021 - 15:39

Grønlendski búskapurin er nógv heftur av útlendskum inntøkum. Bara heildarveitingin úr Danmark er meira enn helvtin av øllum inntøkum hjá grønlendska landskassanum.

Tað kom fram, tá uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár varð lagt fram hósdagin.

Asii Chemnitz Narup, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, staðfestir, at Grønland er nógv heft av peningi uttanífrá.

- Tað er eingin trupulleiki í sjálvum sær. Men vit avgjørdu fyri nøkrum árum síðani at arbeiða fyri einum meira sjálvstøðugum Grønlandi, sum ikki er so fíggjarliga bundið. Men tað verður ikki í bræði, segði Asii Chemnitz Narup, tá hon legði fíggjarlógaruppskotið fram, skrivar KNR.

60 prosent úr Danmark og ES

60 prosent av fíggjarlógini er peningur, sum kemur uttanífrá. Og av hesum er heildarveitingin úr Danmark 55 prosent.

Heildarveitingin er nærum fýra milliardir krónur, og ES letur Grønlandi 374 milliónir, m.a. fyri fiskirættindi.

Grønlendski búskapurin er slakar tríggjar milliardir av inntøkum landskassans, sum eru tilsamans 7,2 milliardir kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824