Fleiri hjúnaskilnaðir enn hjúnavígslur í Grønlandi

Fleiri hjúnaskilnaðir enn hjúnavígslur í Grønlandi
Í fjør vórðu 190 hjún vígd í kirkjunum í Grønlandi. Hjúnaskilnaðirnir í fjør vóru 235
 
13.08.2021 - 07:56

Í Grønlandi eru fleiri hjúnaskilnaðir enn hjúnavígslur.

Í fjør vórðu 190 hjún vígd í kirkjunum í Grønlandi. Hjúnaskilnaðirnir í fjør vóru 235.

Síðani 2016 hava 20-30 prosent fleiri skilnaðir enn ­vígsl­ur verið í Grønlandi.

Við í tølunum eru ikki borgaraligar vígslur.

Heidi Lind­holm, sálar­frøðing­ur og forkvinna í grønlendska barnaráðnum, sigur við blaðið AG, at fólk skiljast, tí tey eru ung, tá ið tey fáa børn, og tey fáa børn beint, sum tey eru gift.

Fíggjarligir trupulleikar eru eisini ein vansi og vánaligar bústaðarumstøður.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824