Vilja hava fleiri útlendsk flogfeløg at flúgva til Grønlands

Vilja hava fleiri útlendsk flogfeløg at flúgva til Grønlands
Í Grønlandi er tey longu byrjað at dyrgja eftir at fáa útlendsk flogfeløg at brúka nýggju flogvallirnar, sum verða lidnir um tvey og trý ár
Grønland satsar stórt upp á nýggjar flogvallir, eitt nú í Nuuk. Nú verður dyrgt eftir útlendskum flogfeløgum
Mynd: kair.gl  
 
11.08.2021 - 07:50

Hóast nýggju floghavnirnar í Grønlandi ikki verða lidnar fyrr enn um tvey ella trý ár, er felagið, sum byggir tær, farið at dyrgja eftir útlendskum flogfeløgum, sum vilja brúka floghavnirnar.

Eftir ætlan verður floghavnin í Nuuk liðug um tvey ár og tann í Ilulissat um trý ár.

Tá verður lættari at ferðast til og úr Norðuramerika og Evropa til Grønlands, og tað er greitt, at Air Greenland fær harða kapping, sigur stjórin í Kalaallit Airports Holding, Jens R. Lauridsen við Sermitsiaq.

Flogvøllur í Nuuk

Frítekst tagging: 

Stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, hevur sagt, at grønlendska flogfelagið roynir at fáa samstarv við onnur flogfeløg til nýggjar rutur úr stórbýum í Norðuramerka og Evropa til Grønlands, á sama hátt sum Atlantsflog hevur gjørt í sambandi við flúgving til og úr Føroyum, sigur hann.

- Floghavnirnar skulu brúkast, og tí roynir felagið, sum byggir tær, eisini at fáa flogfør koma til Grønlands. Treytin fyri verkætlanini er, at køkan veksur, og at ferðafólk úr øllum heiminum koma higar, sigur Jens Lauridsen, stjóri í Kalaallit Airports Holding.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824