Hubble hevur trupulleikar

Hubble hevur trupulleikar
Síðani 23 juni hevur teldan, umborð á stjørnukikaranum Hubble, boðað frá breki. 
 
05.07.2021 - 13:29

Í góð 30 ár hava stjørnufrøðingar, við myndum frá rúmdarstjørnukikaranum Hubble, fingið eina betri fatan av alheiminum. 

Men nú eru teldutrupulleikar umborð á Hubble. 

Síðani 23 juni hevur teldan, sum heldur skil á øllum dáta umborð og syrgir fyri samskiftinum til jørðina, boða frá breki. Og fyri at gera ilt verri, so boðar tiltaksteldan frá sama breki.

Tøknikkarar hjá NASA meta ikki, at tað er nakað galið við sjálvum teldunum, men hvar fleilurin so er, vita tey ikki.  

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hubble hevur havt tøknitrupulleikar. Tá vóru rúmdarmenn sendir upp at umvæla stjørnukikaran, men tað ber ikki til í dag, tí rúmdarferjurnar, sum tá vóru brúktar, standa á onkrum fornminnasavnið.

Tí verða tey hjá NASA noydd at finna eina loysn og umvæla stjørnukikaran frá jørðini. Um tað fer at eydnast, duga tey ikki at siga enn. 

 

Stórt íkast til rúmdarvísindini

Stjørnukikarin Hubble er í ringrás um jørðina og givið eitt stórt íkast til fatanina av alheiminum. 

Millum annað hevur gransking við Hubble uppdagað:

- at alheimurin er 13,8 milliardir ára gamal.

- at alheimurin víðkast og hvussu skjótt hann ger tað.

- at nærum allar stórar galaksur eru rótfestar í einum svørtum holið.

- at kortleggja loyndarfulla myrka evnið úti í rúmdini.

 

Myndir frá Hubble: 

M1 – Krabbaskaddan. Leivdirnar eftir eina ógvusliga supernova. 

 

M16 – Ørnatokan. Eitt stað í rúmdini har nýggjar stjørnur vera til.

 

M42 – Orionmjørkin. 1500 ljósár burturi frá jørðini har stjørnur føðast. 

 

M62 – Óregluligur kúluhópur. 

 

Keldur: NASA.gov, illvid.dk, rmg.co.uk


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977