- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark og Ongland bresta saman í hálvfinaluni
Tað verður Ongland, sum Danmark skal møta í EM-hálvfinaluni, sum verður spæld á Wembley mikudagin.
Tað er greitt, eftir at Ongland í kvøld vann ein sannførandi, og lemjandi, 4-0 sigur á Ukraina.
Ongland legði seg á odda longu í 3. minutti, tá Raheem Sterling spældi Harry Kane frían við einari framúrskarandi sending inn um ukrainsku verjuna.
Men so hendi ikki ordiliga meira í fyrra hálvleiki. Enska liðið hevði fult tamarhald á dystinum og í løtum sást, hvussu stórur munur var á liðunum.
Henderson skoraði loksins
Dysturin varð punkteraður í fyrsta minutti í seinna hálvleiki, tá Harry Maguire stútaði eitt innlegg frá Luke Shaw í netið.
Og Luke Shaw var aftur upp á spæl eina løtu seinni, tá hann streyk av stað í vinstru síðu og legði bóltin inn á høvdið á Harry Kane, sum stútaði bóltin í málið úr stuttari frástøðu.
Triðja málið hjá Harry Kane, ið veruliga tykist vera vaknaður úr dvala.
Ongland var ikki liðugt, tí tað bleiv 4-0, tá innskifti Jordan Henderson loksins skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann stútaði eitt horna í málið.
Klassa munur var tað, og nú verður spennandi, hvussu hálvfinalan móti Danmark fer at spæla av.
EM-áttandapartsfinalurnar
Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4
2: Italia - Eysturíki 2-1
Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia 0-2
4: Belgia - Portugal 1-0
Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina 3-5
6: Frakland - Sveis 3-3 / 4-5 eftir brotssparkskapping
Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland 2-0
8: Svøríki - Ukraina 1-2
Fjórðingsfinalurnar
Fríggjadagin 2. juli
Sveis - Spaina 1-1 (1-3 brotssparkskapping)
Belgia - Itala 1-2
Leygardagin 3. juli
Kekkia - Danmark 1-2
Ukraina - Ongland (21:00, Róm)
Hálvfinalur
Týsdagin 6. juli
Wembley, London, kl. 20
Italia - Spaina
Mikudagin, 7. juli
Wembley, London, kl. 20
Ongland - Danmark