- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gulu læknahúsini skulu hýsa umsitingini hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi
Gomlu læknahúsini í Klaksvík, Gulu hús, vórðu bygd í 1923. Landið eigur tey.
Nú tey verða dagførd, verða har 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn.
Ætlanin er, at umsitingin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi flytur í gula læknahúsið, tá tað er dagført.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu.
Seks milliónir til dagføring
Í fíggjarlógini í ár eru seks milliónir krónur játtaðar til læknahúsini.
Næsta ár eru fimm milliónir ætlaðar og 10 milliónir í 2023.
Ætlanin er at leggja uppskot um verklagslóg fyri løgtingið í heyst, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Har fer at standa, hvussu nógv er ætlanin at brúka til Gulu húsini.