Katalonsk loysingarfólk fáa grið

Katalonsk loysingarfólk fáa grið
Níggju katalonskir leiðarar vórðu í 2019 dømdir millum níggju og 13 ára fongsulsrevsing
Spanska stjórnin við Pedro Sanchez, forsætisráðharra, á odda hevur givið katanlonskum loysingarleiðarum grið
 
22.06.2021 - 15:52

Spanska stjórnin hevur givið níggju katalonskum loysingarfólkum grið. Tey vórðu dømd harða fongsulsrevsing fyri í 2017 at hava royna at loysa Katalonia frá hinum partinum av landinum.

Teir níggju katalonsku leiðararnir vórðu í 2019 dømdir millum níggju og 13 ára fongsulsrevsing.

- Við hesum eru níggju fólk latin leys úr fongsli, men symbolskt savna vit fleiri milliónir fólk, sigur spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez.

Líta frameftir

Forsætisráðharrin boðaði longu í gjár frá avgerðini hjá sponsku stjórnini, men formliga avgerðin varð tikin í dag.

Stjórnin boðaði frá, at tey nú fara at líta frameftir og fáa semju og sameining.

Royndin í oktober 2017 miseydnaðist og elvdi til politiska kreppu í Spania. 

Tað hendi eftir at katalonska landspartastjórnin eftir fólkaatkvøðuna lýsti Katalonia at vera sjálvstøðuga tjóð, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824