- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koronusmitta aftur á russiskum trolara
32 fólk á russiska trolaranum Karelia, sum liggur í Runavík, eru koronusmittað.
Tað upplýsir landslæknin.
Eitt fólk er á Landssjúkrahúsinum.
Øll manningin, 77 fólk, eru kannað. Og 32 teirra eru smittað.
Avbyrgdur
Møguleikin fyri, at onnur enn manningin er smittað, er ógvuliga avmarkaður, sigur landslæknin. Russiski trolarin er í løtuni avbyrgdur.
Karelia kom á Runavík tíðliga seinnapartin 15.juni.
Sambært heimasíðuni vesselfinder.com er hann lagdur, moored, sum tað stendur á enskum, tíðliga í morgun.
23 smittað í fjør
Karelia var eisini ofta í tíðindunum fyri sløkum ári síðani.
24.juli í fjør kom fram, at 23 av 30 kannaðum umborð á Kareliu vóru smittað. Og tveir vórðu innlagdir.