6.800 skamtar koma til landið í dag

6.800 skamtar koma til landið í dag
Nú ber aftur til at bíleggja sær tíð til koppseting
6.800 skamtar koma til landið í dag. Av teimum fara 4.000 til seinna prikið
 
16.06.2021 - 14:52

Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið seinnapartin, og nú ber aftur til at bíleggja sær tíð til koppseting, sigur Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi.

Í dag koma umleið 6.800 skamtar av koppingarevninum Pfizer/BioNTech til Føroya. Gott 4.000 av hesum fara til at endurkoppseta fólk, ið fingu fyrra prikið fyrst í mai. Hesi fáa í dag SMS-boð við tíð til seinna prik.

Fyrr hevur verið vanligt, at bókingarskipanin læt upp nakrar dagar frammanundan. Soleiðis hevur tað ikki verið hesa vikuna. Tað var óvist, um koppingarevnið fór at koma til landið í kvøld, ella ein av fyrstu døgunum, og tí hava myndugleikarnir bíðað við at lata skipanina upp.

Opin fyri øllum
 
Men nú er bókingarskipanin opin fyri øllum, ið eru 16 ár og eldri.

Fyri tveimum vikum síðani hoknaði bókingarskipanin undir trýstinum, tá latið var upp fyri, at allir aldursbólkar kundu bíleggja sær tíð til koppseting.

Tann feilurin varð funnin og rættaður, og nú er eingir trupulleikar við skipanini.

Í løtun eru 300 - 400 tíðir eftir til koppseting, sigur Sjúkrahúsverkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV