- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lata meiri upp - áskoðarar til ítróttatiltøk
Lata meiri upp - áskoðarar til ítróttatiltøk
Mælt verður tó frá, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí fult tamarhald er ikki á verandi smittukeldum
10.06.2021 - 13:50
Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.
Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðani.
Hetta merkir í stuttum:
- Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum, tó undir skipaðum viðurskiftum.
- Størri almenn og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna frammanundan.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki, at tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.
- Vit halda, at tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindaskrivi.
Tað er ikki ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum, siga heilsufakligu myndugleikarnir.Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV