Drápsmálið: Vitni mintust lítið

Drápsmálið: Vitni mintust lítið
Tvey vitni aftrat eru avhoyrd í rættinum seinnapartin
Líkið av 16 ára gomlu gentuni varð funnið við byrgingina í Hvannasundi í november 2012
 
04.06.2021 - 18:00

Seinnapartin vórðu tvey vitni aftrat avhoyrd í málinum um dráp, sum ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri, eftir at ein 16 ára gomul genta varð funnin deyð við byrgingina í Hvannasundi í 2012. 

Eisini tey bæði høvdu ilt við at minnast tað, sum hendi, og tíðina aftaná.

Tað var ákæruvaldið, sum hevði biðið bæði vitnini greiða frá tí, sum tey minnast frá hendingini, og tíðini fyri og eftir hendingina í 2012.

Ákærdi maðurin í veitslu

Ein ung kvinna var fyrra vitnið. Hon segði, at hon var boðin í veitslu í Hvannasundi eftir at gentan varð funnin deyð. Hon segði, at ákærdi maðurin var í veitsluni. Hon kendi hann ikki, men visti, hvør hann var.

Tann ákærdi hevði drukkið, og seinni um kvøldið nevndi hann sjálvur, at tað var hansara skyld, at 16 ára gamla gentan var deyð.

Annars mintist hon ikki stórvegis, og tað fekk ákæran at siga tað vera løgið, at hon mintist so lítið, hóast long tíð var fráliðin.

Hon er fyrr avhoyrd av løgregluni, og hóast ákærin leitaði avhoyringina fram, so segði hon seg vera óvissa í tí, sum hon tá hevði sagt.

Hoyrdi skríggj

Seinna vitnið seinnapartin var ein ungur maður, sum er uppvaksin í økinum, og kendi tann ákærda.

Hann varð spurdur um hendingina tað kvøldið í november í 2012, tá unga gentan doyði.

Hann segði seg hava hoyrt eitt skríggj uttanfyri, og hugdi út, men har var einki at síggja. Og so gav hann sær ikki far um tað meir.

Hann segði í rættinum, at tað ikki var óvanligt, at børn spældu leingi úti, og tað helst var frá teimum, at hann hoyrdi ljóðið.

Lopin á sjógv

Hann segði eisini, at tann ákærdi hevði sagt, at 16 ára gamla gentan var lopin á sjógv, eftir at hann hevði sagt okkurt við hana, og at hann noyddist at leypa eftir henni fyri at fáa hana uppá turt.

Hann hevði eisini sagt, at fartelefonin gekk fyri av hendingini, og hann vísti øllum vinfólkunum nýggju telefonina, sum hann hevði keypt.

Ákærin vísti til frágreiðingar, sum hann hevði givið løgregluni, og tá lisið varð úr teimum, mintist ungi maðurin tað mesta, sum hann hevði sagt.

Verjin hjá tí ákærda hevði onkrar spurningar, sum hon fekk svar uppá.

Í morgin verður eisini rættarfundur, men síðani verður steðgur til 28. juni, tí onnur mál skulu avgreiðast í rættinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049