- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í løtuni eru 46 fólk smittað
Í løtuni eru 46 fólk smittað
Ikki síðani 8. januar hava so nógv fólk í Føroyum havt koronusmittuna
31.05.2021 - 09:17
Smittutalið í Føroyum hevur ikki verið so stórt síðani tíðliga í januar.
Í løtuni eru 46 fólk í Føroyum smittað, tað sum myndugleikarnir vita um, vísa tølini hjá landsstýrinum.
Ikki síðani 8. januar hava so nógv fólk í Føroyum havt koronusmittuna, tá vóru 49 smittað.
Leygardagin vóru seks nýggir tilburðir. Í gjár var eingin nýggjur tilburður, sigur landslæknin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV