Korona: Svøríki letur uppaftur í stigum

Korona: Svøríki letur uppaftur í stigum
Fyrsta stigið verður sett í verk 1. juni
Stefan Löfven, forsætisráðharri, sigur, at Svøríki verður latið uppaftur í fimm stigum
 
28.05.2021 - 09:31

Svøríki fyrireikar í løtuni, hvussu landið skal lata uppaftur.

Á tíðindafundi í gjár kunngjørdi forsætisráðharrin, Stefan Löfven, eina ætlan fyri, hvussu landið stigvíst letur samfelagið upp.

Hetta verður gjørt í fimm stigum, og tað fyrsta verður sett í verk 1. juni, skrivar svenska kringvarpið, SVT.

Tá kunnu matstovur hava opið til klokkan 22:30. Tað skal framvegis haldast ein metur frástøða, og í mesta lagi fýra fólk kunnu vera í vertskapi.

Samstundis kunnu 150 fólk savnast til ítróttartiltøk, og frá týsdegnum kunnu 500 fólk savnast til tiltøk, sum eru úti.

Næsta stigið í Svøríki eftir hetta verður sett í verk 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV