- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý fólk deyð stutt eftir koppseting
Higartil eru trý fólk í Føroyum deyð stutt eftir, at tey vórðu koppsett fyri koronu.
Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Landslæknin skal hava boð, tá ið onkur doyr innan fyri sjey dagar eftir koppseting. Í eina førinum er talan um eitt fólk, sum er deytt innan 14 dagar eftir koppseting.
Líkskurður verður gjørdur, og rættarlæknar eru eisini komnir úr Danmark at gera kanningar av líkunum.
Langtíðarsjúk
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at hann hevur ikki fingið endaligu úrslitini enn. Hann sigur tó, at einki óvæntað var, tá ið hesi fólkini doyðu.
- Í øllum trimum førunum er talan um fólk, sum høvdu langtíðarsjúkur, sigur hann.
Landslæknin vil ikki upplýsa hvussu gomul hesi trý vóru, men at øll vóru eldri fólk.
Tað hava heldur ikki verið nógv álvarslig hjáárin hjá føroyingum, sum eru koppsettir við Pfizer-koppingarevninum, sum verður nýtt her á landi.