Tríggir tilburðir aftrat

bannari
Tríggir tilburðir aftrat
Øll trý eru partur av kendari smittuketu
Nógv fólk hava kannað seg fyri koronu seinastu dagarnar
 
26.05.2021 - 14:57

Tríggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og nú eru 27 fólk smittað av koronu. 

Øll trý eru partur av kendari smittuketu, skrivar korona. fo

2.874 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og nú eru gjørdar tilsamans 270.696 kanningar.

Fleiri enn 300 fólk eru í sóttarhaldi í løtuni.

515 koppsett í gjár

515 fólk vórðu koppsett í gjár. 250 fingu fyrra prikið, og 265 fólk fingu tað seinna.

30.184 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.321 hava fingið fyrra prikið, tað svarar til 38,1 prosent.

9.863, 18,5 prosent, hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV