Norðurlond játtað 2,5 mia. kr. til koronugransking

bannari
Norðurlond játtað 2,5 mia. kr. til koronugransking
Meira enn helvtin er farin til læknafrøðiliga og heilsufrøðiliga gransking
Svøríki hevur játtað mest til koronugransking í Norðurlondum
 
21.05.2021 - 11:42

Norðurlond hava í 2020 og 2021 játtað tilsamans nærum 2,5 milliardir krónur til COVID-19-gransking.

Tað vísir eitt yvirlit hjá norðurlendska granskingarráðnum, NordForsk, sigur Granskingarráðið.

Meira enn helvtin av samlaðu játtanini í Norðurlondum - 58 prosent - er farin til læknafrøðiliga og heilsufrøðiliga gransking.

14 prosent eru játtað til nýskapan og verkætlanir innan lívfrøði og undirstøðukervi, sum í nógvum førum eisini hava verið nær tengd at heilsuvísindum.

Tøkniligar loysnir

Aðrar granskingarverkætlanir innan nýskapan fevna um talgildar appir og tøkniligar loysnir til samfelagstænastur.

23 prosent av samlaðu játtanini til COVID-19 gransking eru játtað til samfelagsvísindi.

Svøríki er tað landið, sum hevur játtað mestan pening til COVID-19 gransking. Har er 47 prosent játtað.

Finnland hevur játtað 19, Danmark og Noreg 16 prosent hvør, Ísland 0,2 prosent og Føroyar 0,1 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV