WHO mælir fólki frá at ferðast uttanlands

bannari
WHO mælir fólki frá at ferðast uttanlands
Støðan er framvegis álvarslig, og virusfrábrigdini elva til óvissu, sigur evropeiski stjórin í heimsheilsustovninum
WHO mælir framvegis fólki frá at ferðast uttanlands
 
20.05.2021 - 15:23

Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir fólki frá at ferðast til útlond, sum støðan við koronusmittuni er. Evropa-stjórin í WHO, Hans Kluge, sigur, at smittustøðan er framvegis álvarslig, og nýggju virusfrábrigdini elva til óvissu.

Tí heiti eg á øll um at vera varin og hugsa seg um, um tað veruliga er neyðugt at ferðast út í heim,  og heldur avlýsa ferðina heilt, segði Kluge á tíðindafundi í dag.

Sambært Kluge, er indiska virusfrábrigdið staðfest í 26 londum í Evropa. Hann váttar tó, at góðkendu koppingarevnini fyri koronu eisini vinna á nýggju virusfrábrigdunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV