Koppingarevni framleiðast í Danmark

bannari
Koppingarevni framleiðast í Danmark
Landið ætlar at framleiða koppingarevni fyri COVID-19 í 2022, sigur forsætisráðharrin
 
27.04.2021 - 07:33

Danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevur lagt fram ætlanir um, at Danmark skal framleiða koronukoppingarevni í Danmark í 2022.

Vit vilja hava eina framleiðslu í Danmark, so at vit eisini hava trygd fyri, at vit hava veitingar her í Danmark. Men vit vilja eisini vera virkin á europeiska og altjóða pallinum, sigur Mette Fredriksen.

Ítøkiliga fer stjórnin at bjóða til marknaðarhoyring, har møguleiki er hjá teimum, sum framleiða koppingarevni í Danmark og øðrum londum, at viðgera og fáa eitt orðaskifti um hugskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV