Føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august

bannari
Føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august
Góð ferð er á koppsetingini, og fyrst í august eru øll í Føroyum liðugt koppsett fyri COVID-19 sigur koppsetingarbólkurin
 
25.04.2021 - 17:17

Góð ferð er á koppsetingini, og fyrst í august eru øll í Føroyum liðugt koppsett fyri COVID-19. Tað sigur COVID-19 koppsetingarbólkurin hjá Sjúkrahúsverkinum.

Nú eru meira enn 10 prosent av øllum fólkum liðugt koppsett, og fyrst í august skulu øll vera liðugt koppsett, ætla heilsumyndugleikarnir.

- Meira fæst burturúr hvørjum koppsetingarglasi, og higartil hevur Sjúkrahúsverkið koppsett umleið 2.000 fleiri fólk enn mett varð frammanundan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Tíðarætlanin hjá heilsumyndugleikunum er treytað av, at stígur ikki kemur í veitingarnar av koppingarevni. Nú eru 17.280 koppsetingar gjørdar í Føroyum, 11.751 hava fingið fyrra prikið, og 5.529 eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV