- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstýrisfelag vil hava flokkin aftur á beint
Nevndin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevur sett sær fyri at royna at samansjóða Sjálvstýri, so flokkurin aftur fer at virka, sum hann eigur.
Tað sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, Bjørn á Heygum, eftir fund í nevndini í gjárkvøldið.
Hann sigur, at nevndin í høvuðstaðnum bæði væntar og vónar, at tað fer at bera til.
Bjørn á Heygum, sigur, at nevndin umrøddi fleiri mál, men at hann ikki alment kann siga nakað um málini í løtuni.
Bjørn á Heygum vil ikki gera samrøðu um støðuna í Sjálvstýri.
Andsøgn við vanliga framferð
Tá hann verður spurdur, hvat Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag heldur um, at Jógvan Skorheim hevur tikið sæti á tingi sum varamaður fyri Sjálvstýri, hóast hann er farin úr flokkinum, svarar Bjørn á Heygum, at tað er í andsøgn við alla vanliga framferð, at eitt fólk, sum er valt fyri ein flokk, og sum síðani hevur tikið seg úr flokkinum, tekur sæti á tingi.
- Tað vildi verið vanlig hugsan, at næsta umboðið á listanum hjá Sjálvstýri tók sæti í tinginum at virka fyri teimum málum, sum flokkurin stendur fyri, sigur Bjørn á Heygum.
Hann sigur seg ikki kunna siga, hvat nú hendir í Sjálvstýri, men nevndin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag er samd um at royna at fáa flokkin aftur á beint, sum hann málber seg.