Effo fingið umhvørvisgóðkenning á Viðarnesi

Effo fingið umhvørvisgóðkenning á Viðarnesi
Umhvørvisgóðkenningin skal fyribyrgja og avmarka dálking í sjónum og í luftini
Umhvørvisgóðkenningin sigur eisini, at Effo skal hava eina tilbúgvingarætlan, um óhapp henda
 
21.04.2021 - 09:19

Umhvørvisstovan hevur givið Effo umhvørvisgóðkenning til oljugoymsluna á Viðarnesi í Havn.

Í oljugoymsluni eru tveir tangar, sum hvør tekur 2.450 rúmmetrar. Teir eru 16 metrar høgir, og tvørmátið er 14 metrar. 

Umhvørvisgóðkenningin skal fyribyrgja og avmarka dálking í sjónum og í luftini.

Hon skal eisini gera, at ampar av óljóði og lukti vera so lítlir sum gjørligt.

Og Effo skal hava eina tilbúgvingarætlan, um óhapp henda.

Spillvatn

Tórshavnar kommuna heldur, at spillvatnið frá tangagarðinum eigur at verða leitt hagar í sjónum, sum rákið leiðir tað úr landi. 

Men Umhvørvisstovan heldur, at um sýni frá spillvatnsleiðingini vísa, at spillvatnið ikki er dálkað, verður einki krav sett um, at spillvatnsleiðingin frá tangagarðinum skal flytast.

Tangaøkið vestanfyri á Viðarnesi kom í 1971.

Avgerðin um umhvørvisgóðkenningina kann kærast til til landsstýrismannin í umhvørvismálum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109