15. hvør føroyingur liðugt koppsettur

bannari
15. hvør føroyingur liðugt koppsettur
Nú eru tilsamans 7.927 koppsetingar gjørdar í Føroyum, siga heilsumyndugleikarnir
 
07.03.2021 - 14:44

15. hvør føroyingur er nú prikaður tvær ferðir, og er sostatt liðugt koppsettur fyri COVID-19. Tað vísa nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikunum á corona.fo

Nú eru tilsamans 7.927 koppsetingar gjørdar í Føroyum; 4.253 føroyingar hava fingið fyrra prikið og 3.674 hava fingið seinna prikið. 

6,9 prosent av føroyingum eru nú liðugt koppsettir. Hetta svarar til, at gott og væl 15. hvør føroyingur nú er liðugt koppsettur fyri koronu.

Fríggjadagin vórðu nøkur búfólk á ellis- og røktarheimum í Norðoyggjum koppsett, og nú verður ein stuttur steðgur í koppsetingini, siga heilsumyndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV