Øll skulu verða koppsett fyri tjóðardagin

Øll skulu verða koppsett fyri tjóðardagin
Tilsamans skulu 44.000 fólk í Grønlandi, sum eru eldri enn 16 ár, koppsetast
Henrik L. Hansen er landslækni í Grønlandi
 
22.02.2021 - 15:02

Gongur sum ætlað, verða øll fólk í Grønlandi koppsett fyri tjóðardagin, 21. juni.

Tað sigur Henrik L. Hansen, landslækni, sum eisini var landslækni í Føroyum frá 2014-2017, við grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

- Tað er ikki óhugsandi, at vit náa at koppseta øll eldri enn 16 ár hetta til tjóðardagin í summar, sigur Henrik L. Hansen.

Grønland fær koppingarevni við somu ferð sum Danmark, men ætlar at verða liðugt at koppseta øll tvær vikur fyrr enn Danmark.

Sambært grønlendska landslæknaembætinum eru tilsamans 44.000 fólk í Grønlandi, sum eru eldri enn 16 ár, og sum tískil skulu koppsetast.

Higartil eru 3.655 fólk í Grønlandi koppsett einaferð, og 1.187 fólk hava eisini fingið tað seinna prikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV