- Tíðindi, mentan og ítróttur
Somu reiðarí sleppa at fiska gulllaks
Somu reiðarí sleppa at fiska gulllaks
Kvotan er óbroytt, 11.700 tons
15.02.2021 - 08:37
Gulllaksakvotan í ár er 11.700 tons.
Hon er tann sama, sum hon hevur verið undanfarin ár.
Og eisini í ár fáa í mesta lagi seks trolarar loyvi til at fiska gulllaks.
Somu reiðarí, sum fiskaðu gulllaks í fjør, sleppa at fiska í ár.
Gulllaksakvotan er minkað nakað seinastu árini. Hon var 13.000 tons í 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV