Ósbjørn Jacobsen fekk heiðursgávu landsins

Ósbjørn Jacobsen fekk heiðursgávu landsins
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur í drúgva tíð gjørt vart við seg bæði heima og uttanlands
Ósbjørn Jacobsen hevur fingið heiðursgávu landsins í ár
 
13.01.2021 - 19:44

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur handað Ósbjørn Jacobsen, arkitekti, heiðursgávu landsins fyri 2020.

Ósbjørn Jacobsen hevur í drúgva tíð gjørt vart við seg bæði her heima og uttanlands. Til dømis hevur hann teknað sermerkta býráðshúsið í Eysturkommunu og verið við til til at tekna víðagitnu Hørpuna í Reykjavík.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Larmandi stórbæri og poesi, inniligar landslagsrútmur og bygningar, ið eru sprotnir úr náttúru og umhvørvi, eyðmerkja byggilistina hjá Ósbjørn Jacobsen. Forvitni og evni hansara til at bera føroyska byggilistarliga mentanararvin inn í okkara tíð eru eyðsýnd.

Úr Syðrugøtu arbeiðir Ósbjørn Jacobsen á altjóða pallinum, har hann ofta vinnur uppgávur, sum tey fægstu fáa atgongd til.

Fyri byggilistarligu avrikini, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fær Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020.

Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Takk Føroyar

- Viðurkenning og heraklapp eru altíð fantastisk, og tá tey koma so óvart á, so kennast tey serliga søt. Eg bleiv nokk so ovfarin, segði Ósbjørn Jacobsen, tá hann tók ímóti heiðursgávu landsins. 

Heimskendi arkitekturin í Gøtu takkaði nevndina fyri innstillingina, og mentamálaráðið fyri heiðurin. Men Ósbjørn Jacobsen helt, at tað var upp á sítt pláss eisini at takka føroyska samfelagnum, ið ikki altíð fær ta viðferð, sum tað hevur uppiborið. 

Hóast tað bleiv honum staðiliga frámælt at lesa til arkitekt, tá hann gekk í student fyrst í 90unum, so hevði Ósbjørn Jacobsen bara gott at bera føroyska skúlaverkinum, ið hevði stimbrað hansara áræði at fylgja sínum dreymum. 

Ósbjørn Jacobsen endaði við at heita á allar føroyingar, sum ivast í, um teir skulu flyta heimaftur, um at koma heim. 

- Føroyar eru einki aftanfyri restin av heiminum á nøkrum øki, og tað ber væl til at arbeiða altjóða, hóast tú býrt í Føroyum.

Eyðun Eliassen helt heiðursrøðuna fyri Ósbirni Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749