- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálin við ES bara galdandi fyrsta ársfjórðing

Millum jóla og nýggjárs var sáttmáli gjørdur millum Føroyar og ES um fiskirættindi í ár.
Men sáttmálin er bara fyri fyrsta ársfjórðing. Og hann skal góðkennast í ES fyrst, áðrenn hann kemur í gildi.
Samráðingar um sáttmála fyri alt árið 2021 vera 18.januar.
Sáttmálin líkist nógv tí, sum var galdandi í 2020.
Landsstýrismaðurin væl nøgdur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann er væl nøgdur við sáttmálan. Men hann vil ikki siga, hvat stendur í honum, fyrr enn ES hevur boðað frá, at hann er góðkendur í ES.
Verri gongst við samráðingunum við Bretland um fiskirættindi.
Samráðingar vóru í gjár og fyrradagin, men eingin sáttmáli er gjørdur.
Ikki er ásett, nær næsti samráðingarfundur verður.